Aftur í ár skipar Fimleikafelagið Ljósið fyri summarskúla í Fimleiki fyri øll børn úr 1. og upp til 6. flokk í døgunum 25.-27. juni. Vit møta og enda hvønn dag í FIMI.
Endamálið er at geva børnum eitt gott høvi til at røra seg og læra nýggj børn at kenna í summarferiuni. Summi børn hava gjørt fimleik fyrr, onkur kanska í fleiri ár, meðan onnur koma fyri at vita, um fimleikur er nakað fyri tey – pláss er fyri øllum.
Hetta er fimmta árið Ljósið skipar fyri summarskúla. Tað hevur eydnast væl, undirtøkan er góð, tí er tiltakið vorðið afturvendandi.
Á skránni í ár er millum annað amboðsfimleikur, estetiskur fimleikur, postarenning, spøl og hugni fyri rest. Børnini fara í tveir aldursbólkar – 1. til 3. flokkur (tey, sum fara í fyrsta flokk í ár eru vælkomin) og 4. til 6. flokkur.
Byrjað verður kl. 10.00 um morgunin, og hildið verður á til kl. 14.00 allar dagarnar. Kostnaðurin er kr. 900 fyri hvørt barn og børnini fáa mat frá okkum.
Síggjast í FIMI