27. jun. 2023 - 29. jun. 2023
Information
Dato
27. jun. 2023 - 29. jun. 2023
Tilmeldingsfrist:
27. jun. 2023
Sted
FIMI
Pris
Summarskúlin 2023 - 900,00 kr.

Aftur í ár skipar Fimleikafelagið Ljósið fyri summarskúla í Fimleiki fyri øll børn úr 1. og upp til 6. flokk í døgunum 27.-29. juni. Vit møta og enda hvønn dag í FIMI. 


Endamálið er at geva børnum eitt gott høvi til at røra seg og læra nýggj børn at kenna í summarferiuni. Summi børn hava gjørt fimleik fyrr, onkur kanska í fleiri ár, meðan onnur koma fyri at vita, um fimleikur er nakað fyri tey – pláss er fyri øllum.

Ljósið hevur skipað fyri summarskúla fyrr og tað hevur eydnast væl. Undirtøkan hevur verið góð, og eingin ivi er um, at tiltakið eigur at vera afturvendandi.

Á skránni í ár er millum annað amboðsfimleikur, estetiskur fimleikur, postarenning, spøl og hugni fyri rest. Børnini fara í tveir aldursbólkar – 1. til 3. flokkur (tey, sum fara í fyrsta flokk í ár eru vælkomin) og 4. til 6. flokkur.


Byrjað verður kl. 09.30 um morgunin, og hildið verður á til kl. 14.00 allar dagarnar. Kostnaðurin er kr. 900 fyri hvørt barn og børnini fáa matpakka frá okkum. 


Síggjast í FIMI