10. jul. 2023 - 14. jul. 2023
Information
Dato
10. jul. 2023 - 14. jul. 2023
Tilmeldingsfrist:
23. jun. 2023
Sted
B36
Gundadalur
110 Tórshavn
Pris
Tilmeldingspris - 1.995,00 kr.

Royn lívið sum yrkisleikari ! 

B36 skipar aftur í summar fyri serstøkum fótbóltsskúla, har luttakararnir í fimm dagar sleppa at royna lívið sum fulltíðar fótbóltsleikarir.

B36 fer eftir ein steðg uppá tvey ár, aftur at skipað fyri Pro Camp fyri aldursbólkarnar U11 Gentur (føddir 2012), U12 Gentur (føddir 2011) U13 Gentur (føddir 2010) og U14 Gentur (føddir 2009).

Talan er um fótbóltsskúla, har luttakararnir í fimm dagar sleppa royna lívið sum yrkisleikarar, og har sera dugnaligir venjarar standa fyri dagligu venjingunum. Tvær venjingar eru hvønn dag, tó bert ein, tann eina dagin, so leikarnir ikki gerast mentalt og fysiskt ov troyttir, so vit hava fyri nú sett mikudag til at vera sindur styttri - eisini er góður ítrottar matur partur av skúlanum og skipa verður fyri fyrilestrum, har endamálið er at kunna leikarnir um, hvat krevst fyri at røkka ovastu tindunum. Hartil fáa leikarnir eisini ein klædnapakka við venjingarklæðum til ognar.

Fyri at tryggja eina høga góðsku í venjingini, eru bert 25 pláss í hvørjum aldursbólkið.
- 23 útileikarir.
- 2 málverjar.

- Talan er um ein sera seriøsan fótbóltsskúla, har nógv fokus verður á tann einstaka leikaran og menningina av hesum, sigur Michael Haase frá B36. Hann leggur aftrat, at ætlanin er, at teir leikarar, ið melda seg til, veruliga skulu merkja, at teir flyta seg nakað hesar dagarnar. Vit eru eisini sera stolt av at síggja nógvar av "okkara" leikarum á ymisku u-landsliünum, leggur hann avtrat til endans.

Saman við dugnaligum venjarum úr B36 koma útlendskir venjarar til Føroyar at standa fyri venjingunum, umframt hesar koma nakrir av dugnaligastu venjarnum í Føroyum eisini at hava einstakar venjingar, har ávís fokus-økið eru evnið.

Tað eru bert 25 pláss í hvørjum aldusbólki, og verður tað "først til mølle" - Broytingar kunnu koma fyri.



Siggjast
//Procamp